Hanna - Dagbók/Diary
March
31
2012

4.Mars 2012

Vaknaði uml. 6.15, okur fóru til Willow Creek (ein GIGANTISK kirkja) , okur fóru frá Nancy og Grant, uml 8 til at fara til Willow Creek, okur vóru har uml 9. Tað var soo cool har vóru rullutrappur.Nancy var við okkum, aftaná fóru okur til Red Robin at eta døgura, so segði okur bei við Nancy og Grant. Okur fóru til Chicago til Hancock bygningin, tað var fantasktiskt, eg var nokkso forskrekkt av hvussu høgt uppi okur vóru. So gingu okur eitt sindur runt , var H&M , keypti tvey pør av skóm. Tað var so stuttligt í Chicago smiley.gif

March
31
2012

3.Mars 2012

Vaknaði uml 6, fekk ikki sovi, so eg lá og læs War Horse, og lurtaði eftir mínum Ipod. Fór undir brús uml 7, Mom, Dad, Grant, Nancy og eg ótu morgunmar saman, Eti svav, tað var biscut skorin í helvt við speilegg og bacon, mums ! Vinurnir hjá Mom Eric og Lynn komu uml kl 1 so fóru okur til Giordano´s har tey hava Chicago pizza, tað var næstan sum ein terta. Mom og Dad tosaðu við Lynn og Eric, so Grant, sum fór at keypa inn, koyrdi Nancy,Eti og meg til Bass Pro Shop, tað var so cool, har vóru akvarium (Gigantisk tað sá út sum ein á) mitt inni í handlinum. Uml 6 um kvøldi kom Susanne, dóttir Nancy og Grant, okur ótu náttura og hugnaðu okkum. Ein hugnaligur dagur.

March
25
2012

2. Mars 2012

Vaknaði kl.5.12, fór undir brús.Síðani niðurundir at fáa mær morgunmat. Tá ið okur pakkaði inn í bilin bað Dad meg koma útum, á einari helvt av himalanum var klárt, á hinari vóru skíggjini grá og torða var. Okur koyrdi í 4 tímar til Chicago, okur komu til Fields Museum, har vóru dinosaurar,mumiur,Genghis Khan... Okur ætlaði at ganga til Millenium Park, menkundi ikki finna parkina, ein fittur busschauførurstoppaði og spurdi hvat okur leitaðu eftir, og hann koyrdi okkum til Millenium Park. Okur tóku íløt av the bean. Og skoytaðu har, mom royndi, okur hugnaðu okkum óført, okur skoytaðu meða tað regnaði. Síðani fóru okur við bussi aftur til Fields, men okur fóru viðtí skeiva bussinum, so taðoysti niður meðan okur royndi at finna tann rætta bussin, okur koma enduliga aftur til Soldier Field har bilurin var parkeraður. Okur koyrdi í uml, ein og ein hálvan tíma til Grant og Nancy, tað var byrja at kava meða okur koyrdi so nokkso fitt av kava var komi niður tá ið okur okum framm. Tá ið okur komu har fór Grant at keypa Chicago hotdogs, mums. Okur ótu ís og hugdi eftir Apollo 18, eg vísti og fortaldi teimum um Føroyar, og Eti fortaldi teimum um Sweis.
Tað hevur verði tornado í dag í suður Indiana, í skúlanum hjá okkum blivu tey hildinin inni tí tað var ov farligt at fara út, men tey sloppu út til tíðina avlíka væl. Nokkso nógv fólk í suður Indiana eru deyð av hesari tornadoini, tað er so syrgiligt. Heilar familijur eru deyðar.

March
25
2012

29.Feburar 2012

ì morgun segði Eti at hann hevði sent til telefonina at hann vildi hava hana aftur so tann persónurin skuldi sæð sms´ið. So árenn klokkan ringdi til fyrsta tíma kom ein drongur yvir til Eti og segði at ein vinur hjá honum hevði givi honum telefonina, og hann hevði ikki rørt hana, svartasta lygn, keyboard layout´ið var forandra og bakgrundin. Eti trúði honum ikki, men segði ikki naka, hann var bara glaður fyri at hava fingi telefonina aftur, men aftaná hann hugsaði eitt sindur um hvat drongurin hevði sagt, bleiv hann nokkso ondur, tí hann fann útav at hann hevði logi beint í andliti i honum. Tá ið eg fór út til 7. tíma var vindurin heitur, tað var so snedigt, tí eg roknaði við at vindurin fór at vera kaldur.

March
25
2012

28.Feburar 2012

Eg sat inni í kamarinum í kvøld tá ið Eti segði at hann hevði funni telefonina, so kom hann við fartelduni, inni á iCloud og google earth, hann hevði tracka telefonina. Hann gjørdi alt møguligt við telduni, tað var nokkso creepy, men hann hevur so funni telefonina, men fer hann hana aftur?

March
25
2012

27.Febuar 2012

ì dag aftaná 7. tíma fylgdust Maria og eg til hennara skáp eftir tingum, okur fóru til skápi hjá Tiu, so fóru okur til caferteriana at bíða eftir mammu Mariu at koma eftir okkum, tá ið okur komu oman trappurnar, gekk Eti framvið og spurdi um okur høvdu sæð hanasara telefon, hon var vekk. Hann fór til baseball venjing aftaná skúla, uttan at hava funni telefonina. Rachel (systir Mariu) lom eina løtu eftir, okur fjákaðu so nógv at okur vóru um at pissa í buks so illa okur flentu. Tá ið mamma Mariu kom, koyrdi okur til eina resturation, har okur skuldi eta, men tað var enn eitt sindur longi til omman og abbun hjá Mariu komu, so okur fór til ein handil at brúka eitt sindur av tíð, pápi Mariu og Leah og Abby (Tær yngstu systrarnar) komu eina løtu aftaná, hugnaði okkum hat eina løtu. So fóru okur aftur til resturationina, og fjákaðu runt har eina góða løtu smiley.gif Tá ið omma og abbin hjá Mariu komu fóru okur inn, eg sat ímillum Leahu og Abby, tað var soo stuttligt, og annarleiðis enn í Føroyum, Rachel, Pápi Mariu og Tia, fingu teir størstu burgarnir sum vóru, og um tú klára tað taka tey eitt bílæt av tær og hongja tað uppá veggjin, (Har er eitt av Sawyer ella Orry) Rachel og pápi Mariu kláraði tað men Tia stakkalin var um at skredna aftaná at hava roynt at eti hendan vælsignaða burgarin í næstan tveir tímar. Hon kom uppá bílæt alíka væl  smiley.gif Mamma Mariu, Maria,Leah,Rachel,Abby og eg fingu okkum ein ís aftaná, mums. Aftaná omma og abbin hjá Mariu vóru farin, fóru Rachel og Abby saman við pápa Mariu heim, meðan Tia,Maria,Leah, mamma Mariu og eg fóru til Walmart at ganga runt eina løtu, og ganga eitt sindur av matinum av okkum tongue.gif Eg keypti 10 fløgur Lol, Tia og Maria hava fingi meg til at lurta eftir country :D Pabba er glaður nú smiley.gif Mamma Mariu koyrdi meg heim, og aftaná Tiu. Tey eru so fitt og vinarlig, ein heilt fantastiskur dagur saman við vinur smiley.gif

March
25
2012

26.Feburar 2012

Fór í kirkju í morgun. So um kvøldi til Youth Group, altíð stuttligt smiley.gif

March
11
2012

25.Feburar 2012

ì dag fór Mom til vakstrarhúsi at hjálpa Steve og Carol, Dad,Eti og eg vóru eftir heima, okur vóru dovin so dad koyrdi eina pizza inn í óvinin, men aftaná 15 min, var hon enn ikki heitt, og 10 min, enn ikki, ups! okur koydi hana í niðara ovnin báða ferðinar, okur høvdu hita tann ovara smiley.gifLOL klokkan 3 kom ein kona frá YFU, tað gekk skjótt fyri seg. So hetta var so hesun dagurin smiley.gif

March
11
2012

23.Febuar 2012

ì dag sloppu okur nokkso ofta út í tíminum, til Ag húsi, FFA hevði eitt petting zoo smiley.gif Genialt, í Student Publication, skrivaði Summer og eg um tað. ì Art, teknaði eg eina av kanininum har smiley.gif ì Ag ruddaði okur upp, tá møtti eg mammu Mariu og systrarnar hjá henni Leah og Abby, og kaninuna George smiley.gif Tey eru bara heilt fitt smiley.gif

March
11
2012

18. Febuar 2012

Vaknaði klokkan 4 um morgunin!! Mom koyrdi Eti og meg til skúlan,Tia,Rachel og Maria komu rennandi út og næstan taklaði meg niður, lol smiley.gif Okur fóru inn í AG húsi (har okur hava Animal science) eg møtti pápan hjá Mariu og Rachel, foru við bussinum. Lol, flestu av okkum sungu við øllum contry songinum sum vóru, okur stoppaði í McDonalds at eta morgunmat, yak. Eti fekk eitt nýtt navn, Tim, tí konan sum var har dugdi ikki at skriva tað, so hann er Tim. Tá ið okur komu til Kentucky, tað var soo cool, stórar bóndagarðsmaskinur, Rachel,Tia, Maria og eg høvdu tað so stuttligt við at sita í teimum. Tá ið Pick up truck pull startaði, tað var nokkso cool, tað ljóðai hart, men tað besta var traktorarnir. Tað var tað besta. Aftaná fóru okur aftur til maskinurnar. So okur at fáa okum ís smiley.gif Aftaná fóru okur aftur til bussin, og sungi tað mesta av veginum heim aftur smiley.gif Mom og Dad vóru til Bunko, hvat tað so enner,Dad kom eftir okkum, Eti og eg fóru so beint í song, men Dad fór aftur smiley.gif Ein heilt genialur dagur smiley.gif

March
11
2012

16.Feburar 2012

ì dag fóru eg og Eti til eitt Poetry Slam klokkan 3.30, tað var so stuttligt, nógvur góður poetar ;P Og nógvar góður vinur smiley.gif Hugnaði mær saman við Kennu, Summer,Dawn,og øllum hinum smiley.gif

March
11
2012

14.Feburar 2012

ì dag í Art, komu nakrar gentur inn við blómun, Krista fekk eina buket við ellivu reyðum rósum, eg fekk eina buket við seks rósum,tvær lilla, tværgular og tvær appelsingular smiley.gif Eg havi ongan anilsi hvørjum hon er frá angry.gif

March
10
2012

13.Feburar 2012

ì dag fóru Mom og eg til Stone Creek Ranch,har Jen møtti okkum, eg fari at taka Western Ríðitímar smiley.gif 

March
10
2012

10.Feburar 2012

Fekk eina buket av blómun frá Dad í dag smiley.gif

Feb
29
2012

6.Febuar 2012

ì dag hava okur ikki gjørt tað stóra,bara koyrt ein túr smiley.gif

Feb
28
2012

6.Febuar 2012

Hava ikki gjørt tað stóra í dag, mest bara gjørt skúlating og chatta við vinur á facebook smiley.gif 

Feb
5
2012

5.Febuar 2012

ì dag er Super Bowl í Indianapolis. Hava verði í kirkjuni og har spældu tey nakrar reklamur ið okur øll hava gjørt,so tað var nokkso nógvur látur  smiley.gif Aftaná døgura fóru okur ein lítlan túr við Maggie smiley.gif So seinni fara Eti og eg til kirkjuna har YOuth Group ferð at hyggja eftir fyrsta parti av Super Bowl, og so er tað heim her at hyggja eftir rest, okur fara at síggja hvat hendur smiley.gif

Feb
5
2012

4.Febuar 2012

Murder Mystery Party í dag!!
Vaknaði tíðiliga, tosaði við mostur og tey smiley.gif Mom fór til vakstarhúsi hjá Steve og Carol í morgun klokkan 9. So eg hevði húsi fyri meg sjálva saman við Maggie,Gen,Pepper og Nermal smiley.gif Tá ið Dad og Eti komu aftur frá morgunmatinum í kirkjuni, hugdi okur eftir einum baseball kampi, forstandi tann enn ikki, men tað kemur kanska seinni. Dad og eg koyrdi Eti til baseball venjing, so fóru okur at koyra plastik og sovurið til genbrúk. Kom heim og gjørdi meg klára at fara til Murder Mystery Party smiley.gif
 Okur hugnaðu okkum óført, tað var dótturin hjá mær sum drap ex-mannin hjá mær og pápa hennara. Eg vann fyri bestu klæðini smiley.gif So tað var ordeliga stuttligt, men var nokkso bangin fyri at okkurt skuldi henda við MINK jakkan hjá Carol sum eg var sloppin at lána, men onki hendi so tað var bara gott smiley.gif
Kom heim og eftir høvdinum í song smiley.gif

Feb
5
2012

3. Febuar 2012

Havi givið Mr.Walton (Animal Science lærarin) pengarnar til billetina til at fara til eitt tractor pull í Kentucky (Ja, Kentucky staturin) saman við nøkrum úr flokkinum, tað skal nokk blíva stuttligt smiley.gif

Feb
5
2012

2.Febuar 2012

Legði framm í U.S History í dag, læs trýggjir yrkingar framm fyri flokkin, ið eg havi skriva sjálv, og tey vóru um 1920´ini í America, fekk eitt høgt B, so umleið 10-11. Tað er heilt gott, men hevði vilja fingi eitt A, helst eitt A+, men tað skal nokk koma smiley.gif Tað er so nøkulunda tað fyri í dag smiley.gif

Feb
5
2012

1. Febuar 2012

Havi ikki gjørt tað stóra, láturkrampa (Ja, pabba, eg segði Láturkrampa!!) saman við Macy av Tiu og Mariu. Herligar. 

Feb
5
2012

31. Januar 2012

Longi týsdagur, havi næstan verði í U.S.A í ein heilan mánað!!,  eri næstan liðug við søgu uppgávuna, so tað er bara heilt gott. Eg og Eti hava verði og svomið í dag, hann kláraði 200 metrar út í eitt so tað var bara heilt gott tongue.gif

Feb
5
2012

30.Januar 2012

Onki serlugt hendi í dag, ein heilt vanligur dagur í skúlanum, gjørdi skúlating tá ið eg kom heim. Ikki tað stóra.

Feb
5
2012

29. Januar 2012

òtu morgunmat saman við Aunt Sue og Uncle John á hotellinum, so fóru okur í kirkju saman við Heather,Sawyer,Orry,Dusty (Dustin, ein vinur hjá Sawyer) og Rachel (ex-hjá Sawyer, men familju vinur) so fóru okur øll út at eta, hetta var umleið klokkan 1, aftur eitt kava kríggj, so okur vóru nokkso vát tá ið okur einaferð komu inn í resturatiónina smiley.gif Aftur 4 tímar at koyra. Eti og eg orkaðu ikki at fara í Youth Group, so okur vóru bara heima og slappaðu av smiley.gif

Feb
5
2012

28. Januar 2012

Vaknaði nokkso tíðliga, so Mom, Aunt Sue og eg fóru til Michigan (foreldruni hjá teimum búgva beint við grensuna) til foreldruni hjá teimum, tey eru ordeliga fitt og blíð, eg vísti teimum bíløt av Føroyum. Sawyer, Orry, Dad, Uncle John og Eti vóru farnir at øva baseball, Sawyer,Orry og Dad vandu Eti, og Uncle John sad og flenti smiley.gif Dad,Uncle John og Eti komu um døgura tíð, okur ótu suppu. So umleið klokkan 3 fingu okur foreldruni hjá Mom út í bilarnar, Dad, pábun hjá mom, Eti og eg í ein, Uncle John, Aunt Sue, mamman hjá Mom og Mom í hin, tey búgva í einum lítlum býði har nógv Amish fólk búgva, so eg sá fyri fyrstu ferð nøkur Amish fólk smiley.gif tá ið okur komu til kirkjuna har føðingardegurin var hildin, tey visti ikki av nøkrum. Hetta var fyrstu ferð at øll familjan var samla (bara uml. 40). òtu pizza confused.gif Okur fóru til tann innadura vøllin sum er har, at spæla basketball,  og hugnaðu okkum óført smiley.gif
Tá ið føðingardegurin var liðigur og okur komu útum, kastaðu Sawyer og eg kavabløk eftir Eti, og hann var dýggjarður smiley.gif 
Tá ið Dad,Mom,Eti og eg komu til hotellið hugdu okur eftir onkurm á Discovery um Pearl Harbor smiley.gif 

Feb
5
2012

27.Januar 2012

ì dag fara okur aftur til Michigan smiley.gif Hesa ferð fara okur í føðingardag hjá foreldrunum hjá Mom. Tey komu eftir okkum í skúlanum, guuuuddd tað var deiligt ongin skrálandi børn í sama bussi í 45 min!!!, ná men tað tók fýra tímar at koyra, so eg fekk nøkur nokkso góð bíløt av Eti sum svav, lol. Tá ið okur hevði verði í íbúðini hjá Sawyer og koyrt eitt sindur av heimagjørdum mati í frystarin hjá stakkalinum ;)  Hann hevði lagt nakrar gávur út til Eti og mín, Eti fekk forskellig baseball ting, og pilot sólbrillur smiley.gif eg fekk, eina bók :Legend (Ordeliga góð), filmar : Hancock, og Ghosts og girlfriends pasts. Hershey sjokolátu, og pilot sólbrillur smiley.gif So fóru okur til College húsi har Orry býr, har vóru Orry, Heather (Daman hjá Orry), Tom (ein vinur hjá teimum) og Sawyer, Eti og eg møtti so Sawyer fyri fyrstu ferð, okur høvdu tað sooo stuttligt smiley.gif Eti skuldi sova har, tey gjørdu pannukøkur til klokkan 2 um náttina til fólk sum fóru til ball ella fest. Mom,Dad og eg fóru til hotellið at sova, har møtti eg Aunt Sue og Uncle John smiley.gif Mom hevði tikið nakra heimagjørdar smákøkur við, so tær vóru næstan vekk tongue.gif
Góðanátt 
 

Feb
5
2012

26. Januar 2012

ì dag hevur verði ein ganska vanligur dagur, onki nýtt at fortelja úr skúlanum, uttantað at øll tosaðu um drongin frá í gjár. Onkur hevði sagt okkurt við hann tað var tí hann bleiv so svakur, minn meg á at ikki fornerma hann tongue.gif

Jan
26
2012

25.Januar 2012

ì dag var ein heilt vanligur skúladagur inntil matpausina, hvar ein ella annar drongur bleiv svakur og breyt eitt hol í veggjin!!! Crazy!! 
Tá ið okur komu heim, og hevði eti døguðra fóru okur at hyggja eftir einum gomlum filmi ið eitur okkur við Indiana (ikki Indiana Jones tongue.gif

Jan
26
2012

24.Januar 2012

Í dag aftaná nátturá fóru Eti og eg til YMCA (Kann enn ikki fáa sangin út úr høvdinum!!) hvar eg lærdi hann at svimja smiley.gif Hann  dugdi bara heilt gott. Aftaná bleiv hann við at siga at hann var Sooo eymur tí tað var sooo hart smiley.gif Okur hevði tað soo stuttligt, so hetta fara okur at gera umleið einaferð um vikuna um til ber  smiley.gif

Jan
24
2012

23.Januar 2012

ì dag gekk skúlin NÓGV skjótari enn vanligt. Eg skal til eitt Murder Mystery Party við Eden,Danielle og nøkrum øðrum gentum sum eg kenni tann 4. Feburar. Tað skal nokk blíva stuttligt smiley.gif
Dad og Eti fóru at øva baseball í høllini í kirkjuni, so Mom og eg vóru eftir heima, so okur fóru at hyggja eftir Harry Potter and the deadly hallows part 2, hann var góður. Men eg dámdi ikki endingina, tað var akkurát sum hatta var akkurát tað sum eg hevði rokna við, so tað var nokkso keðiligt. Ná, men Góðanátt smiley.gif

Jan
24
2012

22.Januar 2012

Upp at eta morgunmat, so yvir til ein ´camp´ høvdu kirkju, ella bønartíð, so fóru okur til bowlinghøllina har, fekk 91 point, tað gekk ikki so gott, men var so ikki síðst, Alyssa drap okkum. So spældi okur dogdeball, tað var super!! Aftaná 14 ímóti 14, var tað børn ímóti tey gomlu, sum vóru Dad,Ian,Teiz,Molly og eg minnust enn ikki navni. Sjálvt um tey sníttu vunni okur. Eti var sum ein maskina , hann drap næstan øll. So var tað túrurin heim aftur, men hann virkaði nógv styttri enn hann til Michigan, okur stoppaðu í McDonalds at eta, eg taki syndi í fólkinum sum arbeiddu har, tey fóru í panikk, og nógv av matinum kom ikki, fyrr enn okur segði tað við tey. Tá ið okur komu til kirkjuna aftur, fingi okur øll tingini til eigarnur, so koyrdu Dad,Eti og eg heim. Tað er deilgit at koma heima aftur smiley.gif
Ná, men eitt havi eg so lært frá í dag.... Eg dámi enn ikki MacDonalds. smiley.gif

Jan
24
2012

21.Januar 2012

Upp aftur tíðliga!!! okur fóru yvir at eta morgunmat, og so fóru okur at stand á ski!!!! Leslie,Tierian og eg vóru tey einastu sum ikki høvdu staði á ski fyrr, eg fekk rós fyri hvussu skjótt eg lærdi tað, men eg haldi at Tierian var betur tí hann fór so beint upp á bakkan uttan naka. Tá ið eg hevði fingi tað uppá pláss fóru okur til ein størri bakka, eg var nokkso sein at ganga við skiðinum á, so Eti, sum hevði snowboard, tók í stavirnar, og hálaði meg, tað var ordeliga stuttligt, og hann bleiv við at gera tað allan dag smiley.gif Dad og hann fingu meg yvir talaða til at royna ein størri bakka, og tað var MEGA stuttligt. Aftaná nakrar tímar, fóru nøkur av okkum inn at fáa okkum okkurt at drekka. Tað var heitt úti, eg sveittaði um fingrarnar, og var slett ikki køld um ansigtið. Aftaná eina pausu fingi okur lokka Leslie við okkum til ´bak bakkan` og so hjálpti okur henni alla tíðina tað var sera stuttligt, helst tá ið Mark, vendi sær við og gav henni stavin, so at hon ikki skuldi detta, og hvat hendur? hann dettur á hana!! Eti hjálpti hvørja ferð eg ella Leslie dottu, so tað var nokkso stuttligt hvussu hann altíð kom tá ið onkur datt. ì meðan eg lærdi at standa á skii, var ein kapping í gongd, ein maður datt og breyt knæskelina, og hvør var har fyrst? Eti, sjálvandi. Eg datta bara umleið fimm ferðir í teir 7-8 tímarnir okur vóru í kavanum. Nokkso stólt av mær sjálvari smiley.gif
Aftaná ein langan dag, við láturi og kava, fóru okur aftur til húsini. Okur stein sovnaðu.

Jan
24
2012

20.Januar 2012

Nú fara okur til Michigan á skiferðiðu saman við Youth Group, okur fóru direkta úr skúlanum, Mom kom eftir okkum, tí hon og Dad hava frí í dag, bara heim at koyra alt í ryggsekkin, og so avstað. 
Eg var í hvat er doypt "The Party Buss" tað var ordeliga stuttligt, musikk,spøl,prát. Okur støgaðu í Tacobell at eta náttura, og so aftur víðari. Tá ið okur eduliga komu til húsi, var klokkan næstan 12, so okur vóru spønaði. Alyssa, Ally,Bailee,eg og tríggjar arðar vóru í einum kamari, Molly og Makayla í einum. Laura,Leslie og ein onnur eg ikki minnist navni á vóru niðriundur og svovi.

Jan
24
2012

19.Januar 2012

Sára diddan er 11 ár!!!!!
Havi sent pakkan so hann skuldi koma um, kanska ein mána?, hopi tað ikki. Tað er ikki so nógv at fortelja í dag, uttan at eg nú minnist nokkso nógv av nøvninum av vininum hjá mær smiley.gif So tað er bara gott tongue.gif

Jan
24
2012

18.Januar 2012

Onsdagur!! vikan er komin í helvt, ella skúla vikan er, tað er tað viktiga!! 
Tá ið eg vaknaði gekk toran úti, tað var so cool, skógurin var lýstur upp, tað var ordeliga flott at síggja. Í 2. tíma, segði tey yvir højtalarnir at tey vóru noydd til at taka tornado (ja, eg veit) ávaringarnar í álvara, so okur fóru niður til fimleikarhøllina til gongina til skiftinarrúmini, har vóru okur í næstan ein tíma, ein drong byrjaði at rappa, ein ordeliga langan sang, uttan nakran tekst framman fyri sær. Annað enn hetta hevur tað verði ein heilt normalur dagur smiley.gif

Jan
24
2012

17.Januar 2012

Aftur upp tíðliga, stakkals eg angry.gif Ná, men í dag gekk eitt sindur skjótari enn í gjár, so tað er gott. Tað var eitt bardarí uttan fyri klassastovun hjá mær í dag, so tað var nokkso stuttligt. Og ein av gentunum í FACS brendi hennara Macaroni and Cheese, puf den dunstur tongue.gif Bussurin var fullur við skríggjandi børnunum aftur í dag.
 Havi gjørt skúlating, so nú er klokkan nokkso nógv. 

Jan
24
2012

16.Januar 2012

Vaknaði klokkan 6.10, fór undir brús, át morgunmat, og fór til bussin klokkan 7.15, Eti og eg vóru um at sovna í bussinum. 
Mánadagur er mánadagur, óðansæ hvar tú ert, hann gongur ALTÍÐ seint.
Var so móð at eg fór í song klokkan 8.40!!! 

Jan
24
2012

15.Januar 2012

Fóru í kirkju klokkan 8.45 um morgunin. Aftaná kirkju vóru okur heima og slappau av. So klokkan 7, fóru Eti og eg til Youth group, tað var ordeliga stuttligt, okur tosaðu um Nóa, og planlagdu forskellig ting sum skulu ornast til nøkur tiltøk kirkjan heldur. So hatta var so mín dagur smiley.gif

Jan
14
2012

14.Januar 2012

ì dag svav eg til uml.9 um morgunin, so fóru okur til eitt shoppingcentur at finna forskelligt at hava til skiferðiuna til Michigan í weekendini smiley.gif Fann eitt par av hanskum, tað var tað ið eg skuldi brúka.

Jan
13
2012

13. Januar 2012

ì morgun segði Dad við okkum at bussurin ikki kom fyrr enn um tveir tímar og at okur skuldi bara leggja okkum aftur, bussarnir her koyra ikki tá ið kavi er, so okur fóru ikki í skúla fyrr enn klokkan 9!! Allir tímarnir vóru uml.30 min, ístaðin fyri 50. Tað var stuttligt. 
Tann síðsti tímin Ag Animal Science, er í einum ørðum býgningi so eg má fara út tá angry.gif Húsi er á einum líttlum bakka, tá ið tímum endaði, fórur okur øll gjøgnum hendan bakka, ognin gleyð, uttan eg. Eg var í ´bamsustúlvinum´ og kundi ikki koma upp aftur, eg bleiv við at glíða, so Maria, mín vinkona, var noydd til at hjálpa mær. Tað var ordeliga stuttligt, okur øll flentu, okkur stuttligt má henda tá ið kavi er smiley.gif
Um kvøldi fóru okur í skúlan at hyggja eftir Thunderbirds (Skúlaliði) spæla ein basketball kamp, mín fyrsti basketball kampur nakrantíð, okur vunni, tað var ordeliga stuttligt, tí nú skilji eg tað eitt sindur betur smiley.gif

Jan
13
2012

12.Januar 2012

ì dag aftaná náttura fóru okur til YMCA (kundi ikki fáa sangin út úr høvdinum) at hyggja eftir forskelligum klassum sum okur kunnu taka, har er ein svimjihylur, so eg kann læra Eti at svimja smiley.gif
Tá ið okur komu heim aftur fóru okur at hyggja eftir einum baskeball kampi við Indiana University, teir taptu. Mom og eg fingu okkum heit kaka, eg brendi mær tunguna  angry.gif Tað hevur kava nú nokkso nógv, tað er sooo pent.
Eti og brúktu tað mesta av eftirmideginum at renna runt húsi við kamarum at taka bíløt av fuglum og reinsdjórum. Tað var stuttligt smiley.gif

Jan
13
2012

11.Januar 2012

Mom,Dad,Eti og eg hugsdi eftir Tangled í kvøld, hann var Sooo stuttligur. Maximus var tann besti smiley.gif Longist eftir mínium Maximus smiley.gif og sjálvandi eisini Ninus.... og øll her heima smiley.gif

Jan
11
2012

10.Januar 2012

Eti og eg byrjaðu í skúlanum í dag!!
Tað var so stuttligt. Eg havi fingi nakra vinur her, ordeliga fittar.
Her er mítt skema:
8.00-8.50 Algebra 1A
8.54-9.47 Student Publications (Avís)
9.51-10.49 FACS Fashion & Textiles
10.53-11.43 English 3
11.43- 12.13 Lunch (Matpausa)
12.17-1.07 Art 1 Intro. 2 Dim.
1.11-2.01 US History
2.05-2.55 AG Animal Science

So tá ið Eti og eg komu heim (við skúlabussinum!!) Fóru okur at gera skúlating. Tá ið Dad kom heim, spurdi hann um okur vildi við at hjálpa onkar vinur við at leggja plast á vakstarthúsi. Tað var ordeliga stuttligt. So tá ið okur komu heim aftur gjørdu Eti og eg okkum ferdig við skúlatingini. 
Mom hevur verði eftir Gen, og hon hevur tað gott nú, fær medecin, men annars hevur hon tað gott smiley.gif
Og her eri eg og skrivi á heimasíðuna. Eg fari at sova nú. Góðanátt smiley.gif

Jan
11
2012

9.Januar 2012

Eti og eg vaknaðu seint, tí okur skuldi ikki í skúla. So aftaná morgunmat fóru okur útum at spæla við Maggie (hundin) eitt sindur, hon tímdi ikki ordeliga at renna, men hon dámdi tað gott. Eti og eg hugnaðu okkum intil Dad kom eftir okkum, uml. kl 2, tá fóru okur í skúlan at fáa orna okkara skemaðir. Scotty,Anna og Hanna vísti okkum runt um skúlan, tær vóru sera fittar. Aftaná okur vóru ferdig í skúlanum, fóru Mom og eg í hennara bil, ímeðan Eti og Dad fóru í hansara. Mom vísti meg hinar skúlanir í Bloominton, og okur sóu Eti og Dad á baseballvøllinum. Ikki yvirraska!!
Tá ið okur komu heim, gekk Gen ikki á tí eina labbanum, og hon græt so illa, so okur fóru til djóralæknan við henni, hann vildi hava hana náttina yvir.

Jan
11
2012

8.Januar 2012

Okur fóru í kirkju um morgunin, tað var sera stuttligt, øgeliga annarleiðis enn heima í Føroyum. Eti og eg vóru sikkurt mest yvirraska at tað vóru teldur inni í salinum!! Tað vardi í umleið ein tíma, tá fóru okur heim aftur, at gera døgurða, Ian,Laura og Lítli Elliott komu yvir. Árenn Eti og eg fóru til Youth Group, vóru okur úti og Dad lærdi Eti at spæla baseball, tað gekk bara heilt fínt (Segði Dad, eg havi onga anilsu) So klokkan 6, fóru eg og Eti til Youth group, har møttu okur nógv av teimum børnunum ið ganga í kirkju saman við okkum, vit høvdu tað sera stuttligt. So klokkan 8 tá ið Mom og Dad komu eftir okkum aftur, koyrdu okur heim. Eti og eg hugdi eftir Engle og Dæmoner, hann var mega góður!! 

Jan
10
2012

7.Januar 2012

Eg vaknaði tíðligari enn eg vildi, so eg og Mom prátaðu eina løtu, Eti,Dad og Orry vóru í kirkjuni og ótu morgunmat. Aftaná teir komu aftur fór Orry avstað aftur (eg havi hansara kamar) 
So okur koyrdu runt í býinum. Sóu eina rúgvu smiley.gif Sólin skein, men tað var kalt úti. Ein deiliga avslappandi dagur smiley.gif

Jan
10
2012

6.Januar 2012

Vaknaði klokkan 6 í morgun í Keypmannahavn heima hjá Rakul, og aftaná eitt sindur av morgunmati fóru Julian og eg til flogvøllin. Eg skuldi møta Kristian frá YFU, men fann hann ikki, so eg fór yvir til Informatiónina at spyrja um tey kundi spyrja eftir honum yvir Intercom, og hann kom ikki, so eg fór yvir til check-inn og forkláraði mína støðu, so eg fekk mítt boarding pass og billett, tá ið tað var orna, TÀ fann eg hann, so eg segði bei til Julian, so fóru Kristian og eg at bíða, hann gav mær tey neyðugu papíruni og forskellig onnur ting. Túrurin til Frankfurt gekk uttan naka problem. Tá ið eg kom til Frankfurt fekk eg eitt sindur hjálp frá pabba, og kom til flúgvarin til Chicago, túrurin vardi 9 tímar!!! og eg svav ongantíð, sjálvt um eg vildi. Tá ið eg ENDELIGA kom til Chicago, skundaði eg meg til Immigration cheki og fekk tað orna uttan naka problem, so tá ið eg fór eftir kuffertinum, fann eg tað ikki, so eg leitaði alla stanið og spurdi fólkini sum arbeidi har, og tey visti ikki, so spurdi eg eina konu sum stóð við einum United borði, og hon segði "Tað er á gólvinum" tá fann eg kuffertið. Men so fái eg at vita at eg eri for sein til flúgvarin. Fái eitt panik anfall, pabba guidar meg í gjøgnum alt, so alt var gott. Eg slapp við einum ørðum flúgvara til Indianpolis, ein frá YFU møtir meg aftaná sikkurheits check so alt ornaði seg. Umborð á flúgvarnum til Indianapolis var stuttligt, stewardurin og stewardessan Nathan og ´Mother´Theresa vóru soo stuttlig. Tá ið eg Enduliga komi ti Indianpolis, síggji eg Mom,Dad,Eti og Orry, tey høvdu ballonur og alt. Okur fóru til Diary Queen, og fiingi okkum ís, men eg fekk mær ongan, tí eg FRYSTI!!
 Tá ið okur komu heim var klokkan umleið níggju, næstan tíggju, tað vil siga umleið 2-3 um náttina heima í Føroyum!

Jan
10
2012

5.Januar 2012

Nú fari eg til U.S.A í morgin. Gleði meg so nógv til at enduliga møta míni amerikansku familiu. Men tað er nú keðiligt at siga farvæl til øll her heima. Skal sova í eina nátt í Keypmannahavn, so gongur túrurin til Frankfurt, síðani til Chicago, og til endans til Indianapolis, hvar familian bíðar eftir mær á flogvøllinum har. 
So fara okur til skúlan, mánadain, at velja fag, okur skulu so hava Enkst og Amerikanska Søgu,og so nøkur okur sjálvi velja, tað er bara heilt gott smiley.gif Eg veit so ikki um okur byrja í skúlanum mánadagin ella týsdagin. 
Hatta var so tað fyri í dag. Góðanátt.

I´ll be going to U.S.A tomorrow. I´m so excited to finally meet my American family! But ofcourse it is hard and sad to say goodbye to everyone here at home.
I´ll spend one night in Copenhagen , then it is to Frankfurt in the morning, then Chicago and the last stop is in Indianapolis, where the family is waiting in the airport.
Then it is to the school on Monday, to fill our schedules, we are going to have English and U.S History, and then some of our own liking, that is very nice smiley.gif
I don´t know if we´ll start at the school on Monday or Tuesday.'
Well, that was all for today. Goodnight !

 
Panel title

© 2017 hanna

Antal besøg: 1818

Lav en gratis hjemmeside på Freewebsite-service.com

Editing

-0,48585987091064sekunder