Eigarafelagið Oman Flat - Digitalu sjónvarpskanalirnar

Digitalu sjónvarpskanalirnar

 

Fyri at kunna móttaka tær digitalu sjónvarpskanalirnar er neyðugt at hava ein flatskýggja, ella eina "boks" at seta til sjónvarpið, við DVB-C móttakara og MPEG-4 tøkni. Næstan øll sjónvørp, sum eru seld seinastu 2 árini hava hesa útgerð. Í dag hava allir flatskýggjar við DVB-C móttakara MPEG-4 tøkni. 

 

Um tú hevur eitt eldi sjónvarp, ber til at keypa ein slíka "boks" at seta til sjónvarpið, so allar tær digitalu kanalirnar síggjast. Radiohandilin Opus hevur royndarkoyrt nakrar "boksir", og er komnir fram til eina sera vælvirkandi fyri uml. kr. 900,-. Opus hevur tlf. 779999. Boksin kann sjálvandi keypast aðrastaðni, men neyðugt er at tryggja sær, at hon hevur DVB-C móttakara við MPEG-4 tøkni. Við eini slíkari boks fáa tit eina avbera góða mynd. Um sjónvarpið er gott, og ætlanin ikki er at skifta tað út, er hettar ein bíligur háttur at móttaka allar sjónvarpskanalirnar á netinum.

 

Soleiðis leitar tú tær digitalu rásirnar fram á sjónvarpið:

 

Automatisk leiting:

 

Fylg brúkaravegleiðingini, sum fylgdi við flatskýggjanum ella DVB-C boksini.

 

Viðmerkingar: Minst altíð til at velja antennusamband "Kabel", tí signalið tú móttekur kemur gjøgnum kápil.  

Onkur sløg av flatskýggjum hava tann eginleika, at bert nakrar fáar rásir koma fram, tá leitað verður. Um tú velur "Fullskalasøgning" ístaðin fyri "Hurtigsøgning", kann hettar loysa trupuleikan.  (t.d. nøkur sløg av Sony ella Philips)

Flestu sjónvørp kunna finna allar rásir við "automatiskari" leiting. Um hettar ikki ber til, kann leitast manuelt.

 

 

Manuel leiting:

 

Neyðugt er í høvuðsmenu´ini at seta leitingina til Antenna: Cable og møguliga velja bæði analoga og digitala leiting. 

Manuell leiting at fáa sjónvarpsrásirnar inn. Td. við Samsung sjónvarp - Uppseting av digitalum rásum

 

1.       Far inn á Config./Instalation, vel land, har skal ein koda setas til "0000", vel (Finnland),  bakka aftur.

 

2.       Far undir manuella leiting og tasta inn á ymsu feltini: frekvens, symbol rate og modulatión - virðir verður upplýst niðanfyri.

        Punkt 2 skal endurtakast um fleiri frekvensir eru. – Og sum sæst niðanfyri, so er neyðugt at gera hetta fyri hvønn einstakan frekvens

 

3.       Vel undirtekst til danskt.

 

DVB-C Frekvensir

Frekvensirnir eru ymskir og vístir niðanfyri. Symbol Rate talið er 6875 og  Modulatiónin er 256 Quam.

Frekvensirnir eru:                                                og rásirnar her hesar:

658000     Discovery HD og History HD

666000     Sky Sports 1 HD, Skysports 2 HD, ITV 4 HD og leys

674000     DR 1, DR 2, DR Update, DR Ramasjang, DR Kultur, TV 2 Film, TV 2 Charlie og Lifestyle TV

690000     6´eren HD, Animal Planet HD og KVF

698000     DR HD

706000     TV 2 HD og nú eisini DR 1 í HD góðsku (17/6-12)

714000     NRK 1 HD, NRK 2 HD og NRK Super/NRK 3 HD

730000     BBC HD og BBC One HD

738000     Al Jazeera, movies4men og men&movies+1

746000     ITV 1, ITV 2 og ITV 4

         

 



Frekvensir:  314000        Canal + (koda. Ein má sjálvur hava Canal+ hald)
Modulatión (QAM):  128  
Symbol Rate: 6125


Frekvensir:  306000        Canal + (koda. Ein má sjálvur hava Canal+ hald)

Modulatión (QAM):  128  

Symbol Rate: 6125
 
Panel title

© 2017 marinargota

Antal besøg: 124055

Lav en gratis hjemmeside på Freewebsite-service.com

Editing

-0,51898097991943sekunder