Eigarafelagið Oman Flat - Forside

                                           


 

 

              Oman Flat Veitsla

Leygarkvøldið  25. oktober kl. 19.30 verður  veitsla  fyri  okkum, ið búgva Oman Flat.

Vit hava lánt býlingshúsið/barnagarðin millum Gilja til endamálið.

Borðreitt verður við góðum heitum rætti  og  onkrum  at væta sær góman.

Omaná verður kaffi/te og okkurt søtt

Kostnaður  bert 100,- kr.

Vinarliga sigi Jan  frá, um tit koma,  við at senda SMS á tlf. 280025 ella  á T-posti: jan.christiansen@skulin.fo í seinasta lagi sunnukvøldið 19. oktober  - er  umráðandi !!!! -

Um tostin  ger um seg, so verður eisini okkurt til keyps.

 

Aðalfundur

Mint verður á aðalfundin, ið  verður leygarkvøldið 25. oktober kl. 19.00,  eisini í býlingshúsinum Millum Gilja – (½ tíma áðrenn veitsluna) 

 

 

                                                                                         Vinarliga

Nevndin Oman Flat

·      

 

 

 

                        

                                              



      

          



Kunningarskriv

 Góðu limir, vinarliga lesið alt skrivið !

Trupulleikarnir av antennuskipanini hjá okkum hava  gjørt, at nógvir av limunum eru sera ónøgdir og hava hótt við ikki at vilja  gjalda til antennuskipanina.

Antennusignalið hevur verið analogt, men nútíðin krevur, at signalið í framtíðini bara verðir talgilt. Sama verður galdandi fyri Kringvarp Føroya.

Tað at signalið skjótt bara verður talgilt, ger at sjónvarpini mugu kunna taka ímóti hesum. Tvs. at gomul sjónvarp kunnu ikki taka ímóti talgilta signalinum, uttan at ein móttakara ”kassi” verður settur afturat sjónvarpinum.

Nógvir limir hava klagað, tí teir meta, at teirra hús ikki fær nóg gott signal.

Nevndin heitti tí á tey, ið mettu, at teirra signal ikki var gott nokk, um at siga frá,  so vildi ein maður frá Opus koma at máta signalið, ið kom inn í húsið. Nógvir limir kontaktaðu okkum, og hevur ”Opusmaðurin” verið í hesum húsum.

Úrslitið av mátingunum er, at øll húsini, ”Opusmaðurin” hevur verið í, hava nóg gott signal til at taka ímóti talgilta signalinum. Tvs. at eru trupulleikar, so er feilurin í sjálvum húsinum, ikki í antennuskipanini !

Hví er signalið frá okkara rásum so vánaligt í hesum húsum?

Tað kunnu verða nógvar grundir, men vanligastu grundirnar eru hesar:

·         Sjónvarpið er ov gamalt

·         Sjónvarpið er skeivt innstillað

·         Fleiri sjónvørp eru knýtt til kápulin inn í húsið, uttan at antennuforsterkari er rætt settur til

·         At húsið eisini hevur Televarpið (tíverri er trupult at hava bæði Televarpið og Eigarafelagið í somu skipan. Signalini órógva hvørt annað)

            

Vit í nevndini eru sera hørm um, at fleiri eru ónøgd, men vit hava ikki heimild at gjalda fyri,  at fólk fara inn í húsini at kanna og fáa gjørt tað, ið  gerast skal.

Men Óli Lindenskov, nevndarlimur, hevur játtað at hjálpa til, so frægt hann kann. Òli klagaði sjálvur um vánaliga signalið, men eftir at hava ”justerað” inni hjá sær sjálvum, síggja tey nú sera væl. Tað er tíðarkrevjandi at ganga í nógv hús, men roynið at ringa til Óla  á tlf. 277536.

Vit hava yvir 30 rásir, og vit gjalda bert 150 kr. um mánaðin fyri hesar. Tað er ótrúliga bíligt, og er tað nógv  minni enn onnur kunnu bjóða. Men um ikki øll eru við, er ivasamt um vit framhaldandi kunnu veita hesa ómetaliga góðu tænastu til so lágan prís.

So góðu tit, vit skilja ónøgdina, men roynið at hava  tol. Tað er sera kostnaðarmikið og trupult at skifta yvir til nýggju tøknina.


                       


                            

Nevndin Oman Flat


50f03b8509fb711012013.jpg

             


               


Vælkomin  á

                 Heimasíðuna

 hjá   Onnugøtu  


                          &


                 Marinargøtu


                                         


                    

                      



                          


           

                          ☺ Eigarafelagið Oman Flat ☺

                                   Síðan er updatera 05-05-14

                        


             





         








                                                         

         

 
Panel title

© 2017 marinargota

Antal besøg: 124024

Lav en gratis hjemmeside på Freewebsite-service.com

Editing

-0,43790698051453sekunder