Okkara lív við rossum! - Spring trening (:
Her kemur so okkara trenings/tips-metoda, til spring (:
(Hetta er okkara máti, og meining, so haldi ikki tit skulu siga nakað. Men rætti enduliga vissi tað er okkurt, men vit rætta tað ikki, vissi tit skriva í gesta bók. Skrivi mail! smiley.gif

_____________________________________________________________
Fyrst og fremst, skal man hava góða balancu fyri at tað skal síggja gott út (: Man má ikki sita og klemma seg fastan í teymarnar tá man leypur.

Í byrjanini kann man "støtte sig" ímóti hálsinum á rossinum. Tá man so er blivin meira vanur við at leypa, er tað ikki longur neyðugt at halda fast í nøkrum. Klemma halarnar lætt ímóti rossinum, tá tú leypur. Knæði skal liggja tætt ímóti rossinum, men man má ikki trýsta ov hart.

Teymarnir skula í byrjanini ikki vera so strammir meðan man leypur, tí man kann koma til at hála í munnin á rossinum, meðan man leypur. Tað kann fáa rossi til at blíva forrvirra. Samla teymarnar, tá tú stýrir rossinum ímóti springinum, men líka so skjótt rossi setur av, skalt tú geva tí nógvar teymar, so tað fær eina betri lending. Nýbeginnarir hava ofta tað við at toga í teymarnar, tá man lendir. Tað kann oyleggja hugin hjá rossinum at leypa, og kann skaða rossi, og teg sjálvan. 

Tá man leypir, skal man lena seg lætt upp úr saðilinum, og koyra hendurnar eitt sindur upp á hálsin á rossinum. Upp á tann mátan kann man geva rossinum nógvar teymar, uttan at teymanir hanga ordiliga slappir.

Á einum spring bana skal hesturin hava 3,5 m at tvíspora í, áðrenn rossið leypur yvur bummin. Um man setur eitt dubult hopp upp, har tað fyrst er eitt hopp, og so eitt afturat, so skal tað vera minst 3 - 5 m. millum hoppini, so rossi fær lent ordiligt og sett av aftur. Tá man er komin longri, kann man seta tvey hopp saman. Næstan sum tvey HH, men so má einki millumrúm vera (:

Tá man byrjar at leypa, kann man byrja við at bara hava ein bumm á jørðuni, og so trava yvur um tað. Við tíðuni kann man so gera hoppini hagri, og kanska longri. Men tað er sera vigigt at hita rossi upp áðrenn man byrjar at trena við tí. Og at strekkja út aftaná, so rossi ikki verður so stívt um nøkur ár.

Og so tað genirella. Hav altíð ríðihjálm, tá tú trenar spring við rossinum. Og skila gott er at hava sikkerhedsvest. Tað eru nógv, sum hava brotið ryggin, av tí at tey eru dottin av rossinum uttan sikkerhedsvest, og brotið ryggin angry.gif 
Og minst til eitt. Brúka hjálm líkamikið hvat. Um tú so striglar rossinum, ja, brúka hjálm, tí tað kann henda alt møguligt, líkamikið hvat (; 

Eitt gott hjálpitól er ein pískur. Tað behøvist ikki at síggja synd út at ríða við píski. Tað fær ofta rossi til at dríva meira á í springinum, við at bara geva rossinum eitt lætt kel/dask við pískinum.
Men tað er slett ikki altíð neyðugt at hava písk tá man ríðir. Tað er alt annuppá hvussi rossið er (:

Alt sum hevur við ross at gera, er altíð nógv lættari, um man er nær knýttur við rossi. Fá rossið at stóla heilt uppá teg. Ver aldrin harðlig, tí tað lærir rossi einki av. Snakkað nógv við rossi. Tað er eingin grund til at ganga og fórða rossi við godbitum, tí tað fitnar rossið bara av, og tað hjálpir onki. Men tú kanst fáa tær til vana, at hvørjaferð tú endar ein "ríðitíma" so gev rossinum eitt petti av gularót ella súrepli (: - Sum løn. Men gev ikki rossinum allatíð meðan tað leypir, tí so kann rossi fáa ringar vanar.

Tú kanst eisini trena rossi frá jørðuni. Longera rossi. Rek tað frá tær, og fá tað so at koma aftur til tín, og at ganga aftan á tær, líkamikið hvønn veg tú fert. Og fá tað at steðga, tá tú steðgar (: Men ignorera rossið meðan tað gongur aftaná tær. So rósar tú rossinum við at tú gevur tí opmerksomheit (:

Um man er harðligur við rossi, ella straffar tað, so er man sjálvur úti um tað, at rossi til síðst, t.d. ikki fer at tíma at trena spring. Tí tað forbindur tað við okkurt negativt. (:


(KOPIERING IKKI LOYVD)

(HUGSI UM: Er fingið at vita frá einum ørðum, men vit hava síðani rætta tað, og brúkt okkara egnu orð summasteðs! ;)
 
Panel title
Antal besøg: 2115

Lav en gratis hjemmeside på Freewebsite-service.com

Editing

-0,50807309150696sekunder