Zenit - Forside
Eg elski tómleik og var tí spentur tá eg hoyrdi um Spotify.Eg havi góðar royndir við Spotify og vil tí viðmæla øllum at royna tað. Eg las fyrstu ferð um Spotify inni Kramm og tað var har frá eg bleiv áhugaður í hesum alternativa staðið at heinta tónleik av netinum.  

 Tað er tó ikki bara gott, sum t.d. Kramm greiðir frá:

Tað finst einki, sum eitur ein ókeypis máltíð, sum m.a. búskaparfrøðingurin Milton Friedman hevur víst á. Og soleiðis er eisini við nýggju altjóða tónleika-tænastuni Spotify á Internertinum, sum føroyingar fingu atgongd til í farnu viku. Spotify hevur í løtuni tríggjar tónleika-skiparnir, har tann eina er ókeypis, men við omanfyrinevndu orðum í huga, er skipanin ikki heilt ókeypis. Tú verður nevniliga bumbað/ur við lýsingum, eins og upplýsingar um teg og atburð tín á internetinum verða skrásettar og brúktar til handilslig endamál.

Spotify samstarvar við Facebook, og tað ber ikki til at fáa sær Spotify uttanum Facebook. Velur tú "ókeypis" útgávuna av Spotify, sleppur tú altso ikki undan lýsingum og skáseting. Fyri 49 kr um mánaðin, kanst tú sleppa undan lýsingum, men ikki skráseting, og fyri 99 kr um mánaðin kanst tú sleppa undan lýsingum, og fáa møguleika at taka løg niður lokalt (fartelefon, iPod o.l.), eins og góðskan er væl hægri tá - 320 kb/sek.

Kelda: www.kramm.fo


 
Panel title

© 2017 zenit

Antal besøg: 11

Lav en gratis hjemmeside på Freewebsite-service.com

Editing

-0,71860003471375sekunder